Se også den trykte version af Nordens sprog med rødder og fødder:

Nord 2004:12

ISBN 92-893-1039-1

Mer information

Norðurlendsk mál í fortíð og nútíð

Mállíkskapur og málmunur, málættir og málskyldskapur

Arne Torp

Meginnorðurlond: Ymisk mál ella bara málføri?

Eitt landafrøðiligt øki, har talumálið skiftir á slíkan hátt, at grannar altíð kunnu tala saman á sínum móðurmáli og soleiðis, at ongum av pørtunum nýtist serliga venjing ella upplæring til at skilja hin partin, nevnist eitt málførahøpi (dialektkontinuum). Niðanfyri sært tú, hvat vit hugsa okkum, at fólk úr trimum stórum meginnorðurlendskum býum høvdu svarað, um tey vórðu spurd, hvar tey búðu – her høvdu trupulleikar við at skilja ikki tikið seg upp, hóast tað ikki snýr seg um grannabýir. Gevið gætur, at stavsetingin endurgevur framburðin; hon vísir sostatt ikki ta vanligu stavsetingina.

Tey staðbundnu málførini í Meginnorðurlondum eru eitt slíkt málførahøpi. Ferðast vit suðureftir úr Finnmørk í Noregi gjøgnum alt Noreg, Svøríki og Danmark til Suðurjútlands ella vestureftir úr Eysturbotni í Finnlandi gjøgnum Norrland í Svøríki til vesturstrond Noregs, so eru grannamálførini alla tíðina til at skilja sínámillum.

Frástøðumál

Um t.d. ein bóndi frá Älvdalen í Svøríki og ein fiskimaður úr Vesturjútlandi í Danmark skuldu tosað saman hvør á sínum staðbundna málføri, høvdu stórir trupulleikar harafturímóti tikið seg upp. Av tí at älvdalsmál og vesturjútskt avgjørt ikki eru til at skilja sínámillum, kunnu tey roknast sum tvey ymisk frástøðumál. Hóast hetta hoyra hesi bæði talumálini kortini til sama málførahøpi, tí at einki hvast mark er ímillum einstøku bygdarmálini úr Dalarna til Vesturjútlands; tað snýr seg alla tíðina um eitt líðandi skifti.

 

Frástøðumál

Vilt tú hoyra, hvussu älvdalsmál og jútskt ljóða, kanst tú finna málroyndir á hesum heimasíðum:

swedia.ling.umu.se
www.statsbiblioteket.dk/dlh

Í marknaøkinum millum Svøríkis og Noregs er tað meira at siga eitt politiskt mál at avgera, um eitt málføri skal roknast sum svenskt ella norskt – á ávísum støðum er markið í roynd og veru eisini flutt í eldri tíð – t.d. vóru Jämtland og Härjedalen norskt øki fyri 1645. Harafturímóti er tað ógvuliga lætt at avgera, um ein norðmaður tosar sámiskt ella norskt, ella um ein finnlendingur tosar finskt ella svenskt. Her eru nevniliga eingi stigvís skifti, tí verður tað antin-ella.

Heldur ikki í tí týsk-danska marknaøkinum er serligur ivi um, hvat mál ið ein persónur tosar, hóast valmøguleikarnir nú kunnu vera fleiri og tann reint málsliga frástøðan er nógv minni. Her standa nevniliga trý germonsk málføri hvørt ímóti øðrum: suðurjútskt, lágtýskt og norðurfrísiskt. Harafturat eru tað nú á døgum nógv, sum tosa bæði ríkisdanskt og hátýskt í marknaøkinum. Hóast tann málsliga frástøðan her er nógv minni enn millum finskt og svenskt, eru ríkisdanskt og hátýskt heldur ikki beinanvegin til at skilja sínámillum. Í øllum hesum førum er talað um ólík frástøðumál, tí heldur ikki grannarnir skilja málið hvør hjá øðrum, um teir ikki hava lært seg tað.

Um suðurjútskt, lágtýskt og norðurfrísiskt

Tað er eingin alment viðurkendur, reglufastur skriviháttur fyri tey trý málførini. Á netstøðunum niðanfyri kanst tú lesa meira um málførini og t.d. síggja, at tað eru nógv ymisk hugskot um, hvussu framburðurin skal endurgevast. Tann frísisktalandi persónurin niðanfyri kemur sostatt úr einum býi, sum á hátýskum eitur Niebüll (sniðið Naibel er sonevnt Algemeyn Nedersaksisch Schryvwyse, t.e. »almennur lágtýskur skriviháttur«).

lágtýskt:
frísiskt:
suðurjútskt:

 

Standardmál

Higartil hava vit umrøtt tað meginnorðurlendska málførahøpið, eins og var einki annað talumál í Meginnorðurlondum enn tey staðbundnu málførini. Øll eru sjálvsagt greið um, at soleiðis er tað als ikki – heldur tvørturímóti. Í dag eru tað í roynd tey sonevndu standardtalumálini, sum eru við yvirlutan, ið hvussu er í Danmark og Svøríki.

Eitt standardtalumál er eitt talumál, sum er reglufest, t.e. at tað er siðvenja fyri, hvussu talumálið skal vera. Eitt standardtalumál er haraftrat í okkara samfeløgum tætt knýtt at einum skriftmáli. Bæði standardtalumál og skriftmál eru lutfalsliga einvorðin í einum størri øki, t.d. í einum ríki. Í báðum hesum førum skilur standardmálið seg frá málførunum, sum skifta úr staði í stað og bara eru til sum talumál. Reglurnar fyri rættari málnýtslu eru bara til í heilanum á teimum, sum tala umrødda málføri.

Vanliga hevur eitt standardtalumál nógv størri virðing enn staðbundin málføri. Hetta hevur serliga sosialar orsakir, við tað at bæði standardtalumálið og skriftmálið eru grundað á talumálið hjá einum politiskt og búskaparliga úrvaldum skara, oftast knýttur at høvuðsstaðnum. Men orsakað av hesi sosialu virðing tekur tann hugsan seg upp, at standardmálið er tað einasta »rætta« málið, og at málførini onkursvegna eru skeiv. Tá ið vit tala um danskt og svenskt mál, er tað tískil helst standardmálið í talu og skrift, sum hugsað verður um; donsk og svensk málføri eru onkursvegna nakað annað.

Í Danmark og Svøríki eru tey siðbundnu málførini tí í stórari afturgongd á flestum økjum, soleiðis at tað helst bara eru gomul fólk á bygd, sum tala mál, sum málførisgranskarar høvdu nevnt »reint málføri«. Haraftrat leggja allarflestu danir og sviar nærum sjálvkravt eitt møguligt staðbundið málføri til viks, tá ið teir tosa við fólk aðrastaðni úr landinum.

Í Noregi er støðan nakað øðrvísi. Tað kemst m.a. av, at í Noregi eru tvey skriftmál, sonevnt bókmál og nýnorskt. Hetta koma vit nærri inn á seinni. Men tann serstaka norska málstøðan vísir seg eisini við, at tey staðbundnu málførini eru munandi meira nýtt í Noregi enn í grannalondunum. Formliga vísir tolsemið við málførum í Noregi seg t.d. við, at norskum lærarum er ikki loyvt at rætta talumálið hjá næmingunum – næmingarnir hava við øðrum orðum fullgóðan rætt til at nýta sítt natúrliga talumál – eisini í tímunum, sama hvat málføri tað snýr seg um. Og hetta síggja vit í roynd og veru aftur í tí, at staðbundin málføri í Noregi kunnu eisini nýtast undir umstøðum, har ið standardtalumálið hevði verið ein sjálvfylgja í grannalondunum – t.d. tá ið fólkavald hava orðið í landsins tjóðartingi, Stórtinginum. Í munnligum fjølmiðlum sum útvarpi og sjónvarpi verða málføri ofta eisini nýtt; tey einastu, sum hava skyldu til at halda seg til bókmál ella nýnorskt, eru starvsfólk í ríkisútvarpinum NRK, tá ið tey nýta handrit, men ikki í fríum samrøð usendingum.

<< Forrige síða [Síða 6 av 15] Næste síða >>